Kova – Samba

Eg havi ein lítlan kova
um náttina eg fari inn
og leiti runt á hyllunum
um matur stendur á,
men tað er, ringt at velja tá
klokkan hon er tólv

Eg fylli á tallerkar
eg seti teir á borðið inn
eg siti so og hugsi um
hvat eg skal fáa mær
men tað er, ringt at velja tá
klokkan hon er tólv.

1. Skerpikjøt, nokk av salti á
2. Blóðmørður
3. Turran fisk og spik
4. Góðar rullypylsur
5. Garnatálg

So aftur eg til songar
eg fái ikki eti meir,
tí kovi mín er skralltómur
so kann eg fáa frið,
tí tað er, tí at sova nú
klokkan hon er tvey.

1. Sviskugreyt, við rosinum í
2. Lagkøka
3. Lekkur budingur
4. Pannukak’ við róma
5. Jolly-Time