Á mønu hjalsins stari

Á mønu hjalsins stari
í morgun kaldur sat
í heglingsæli hvøssum;
mær tókti, at hann græt.

Og kavarokið versnar
alt út ímóti nón,
og neyðar starin visti
sær onga lívsins vón.

Men tá tað móti kvøldi
brádliga lýsti í
og sólin fór at síggja,
so blonk og mild og blíð.

Tá fleyg í loft upp starin
og sang eitt fagurt ljóð,
tá birtist vónin aftur
í barmi, ljós og góð.

Tann vón um vár og summar
og eydnuríka tíð,
um reiður, maka, ungar,
um lív og leik í líð.

Tí starin er so vorðin,
at vónin er hans alt;
ta stund, hon hvørvur burtur,
er lívið stirt og kalt.