Tú alfagra land mítt

Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær, so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Gud signi Føroyar, mítt land!

Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

Eg nígi tí niður í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi fríður mær fallin í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
so torir hon vága – av Gudi væl skýrd –
at bera tað merki, sum eyðkennir verkið
og varðveitir Føroyar, mítt land!