Ommu tíni hjá

Kom og set teg ommu tíni hjá.
Lurta nú lat ommu siga frá.
Eg tók ímóti tær,
tá tú føddur varð.
Sum tú tá vart fittur, vinur mín.

Í vøgguni tú hjálparleysur lá,
og eygu tíni vóru so himmalblá.
Tú hevði vakra rødd,
og stuttligt var títt høvd.
Sum tú tá vart fittur, vinur mín.

Vøgguni tú vildi sleppa úr,
og vit gingu saman mangan túr.
Tú spurdi meg alt.
Eg fekk tær fortalt.
Sum tú tá vart fittur, vinur mín.

Kom og set teg ommu tíni hjá.
Vinur mín, tú altíð vita má.
Besta barnið mítt.
Gott er hjarta títt.
Sum tú enn ert fittur, vinur mín.