Meg minnist eina mynd

Meg minnist eina mynd, eg var lítil tá,
tó fagrari mynd eg aldri sá,
tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá,
og húsini vóru so fitt og smá.

Í bønum á blik løgdu gentur løk
og roykurin rak yvir grasgrøn tøk
Hvør klettur sum skarlak litaður var,
og krúnu av támi tindurin bar.

Ein drongur við tráðu sat vatni hjá,
ein áarløkur rann skamt har frá.
Ein tjóðraður hestur í beiti stóð
í lofti kvað fuglur sítt kvøldarljóð.

Alt átti so friðarligt hvíldarlag –
kvøldarhvíld eftir strævnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har.

Ein føgur ein yndislig summarmynd
við sólseturglæmu um høgan tind.
Og eg kann minnast, eg ynskti mær,
at mær mátti unnast at búgva har.

Tó aldri eg enn slíkt stað havi sætt
og einki havi eg frá tí frætt;
og myndin er burtur – skrødd ella brend,
og eina av mær, ongum øðrum kend.