Lítli Óli og Muddurin
Lítli Óli fekk frá abba sínum knív, ið dugdi.
Telgir hann nú træsprek smá við hesum góða muddi.
Abbin segði: “Óli mín! Tú mást teg ikki skera.”
Óli svarar abbanum: “Nei, eg skal lata vera!”
Óli er bert fýra ár, men er ein rættur knassi.
Sparibússu hevur hann, og henda eitur Bassi.
Flestu oyru, ið hann fær, í bankan inn hann setur.
“Spari eg, sum abbi sigur, gongst mær seinni betur.”
Øll við Óla eru góð, tí hann er fittur drongur.
Muddurin, ið abbi gav, var honum sannur fongur.
Óli goymir muddin væl, sum reyðargull í skríni.
“Tá eg leggist,” Óli sigur,”muddinum eg kíni.”