Lítli beiggi

Lítli beiggi, tú mást ikki gráta,
her er nakað, eg skal geva tær.
Hygg ein látipípa, sum kann láta,
hana eg úr sóljukoppi skar.

Og so veit eg eina vakra søgu
Um ein raskan drong, ið líkist tær.
Hann gekk upp um fjøllini tey høgu,
gjørdist kongur, víða gitin var.

Lítli beiggi, hesum mást tú trúgva;
tí sjálv omma segði tað í gjár,
at hon veit ein fisk, ið kann at flúgva,
og ein hest, ið ikki hevur hár.

Mangt er undarligt, tað sigur abbi,
ongan veit eg klókari enn hann.
Veitst tú, hvat hann sá? Ein nakin krabbi
høli sær í eini gággu fann.

Her er látipípan, ið kann láta,
hana eg úr sóljukoppi skar. –
Lát við henni, ikki mást tú gráta.
lítli beiggi, lat meg hjálpa tær.