Habakukk
Habakukk av Selatrað
Hann át eitt rustað skrúvublað,
tí fekk hann ilt í búkin.
Men á, sum hann er slúkin:
Nú liggur hann í seingini
við stóru klípitongini.
Haraldur úr Elduvík.
hann lá á síni slitnu brík
og jaglaði ein nagla,
– men helt uppat at jagla
tí naglin hann var rustaður
og tanngarðurin bustaður.
Hannibal úr Kirkjubø
hann át tvey gomul vikubløð,
og fór so út at spæla,
men ikki um at tala.
Nú gongur hann í haganum
og hevur ilt í maganum.