Eg liti ljósið

Eg liti ljósi blátt
liti sól á mína gátt.
Eydnuvón mítt hjartað floymir
og eg vetrarmyrkrið gloymi.
Hóast ódn, um vár eg droymdi.
Eg liti ljósið blátt.

Eg litið ljósið gult.
Firvaldssólin flýgur dult,
setir seg á hendur mínar.
Tungir, vátir dagar dvína.
Mai nú kvøður vísu sína.
Eg litið ljósið gult.

Eg litið ljósið reytt
gevi lív tí, ið er deytt.
Henti hóp av baldursbráum.
smæru, hvonn og summardáum.
Livi nú í løtum smáum.
Eg litið ljósið reytt.

Eg litið ljósið grønt,
djúpt og kølið, fløskugrønt.
Tendrið ljós, tá myrkri sígur,
gloymi rukkur elli býður.
Vóni, at mín spegil lýgur.
Eg litið ljósið grønt.

Eg litið ljósið hvítt.
Úlvatíð, tú kravdi títt.
Keypti russiskar melónir
fyri mínar síðstu krónur
og Vivaldi spælir tónar.
Eg litið ljósið hvítt.

Eg litið ljósið bjart,
liti ljós, har fyrr var svart.
Nú eg havi úr at gera.
Veturin so vátan beri,
hann til teirra hongdur verður.
Eg litið ljósið bjart.